Hálvt ár í fongsul fyri at brúka køksknív

28.01.2019 - 08:13
Aktuelt112
Hálvt ár í fongsul fyri at brúka køksknív
Ein maður hevur í Føroya rætti fingið seks mánaða fongsulsrevsing fyri grovan harðskap
Føroya rættur hevur dømt ein mann fyri grovan harðskap, men frídømt hann fyri roynd.
 
 

Ein maður hevur í Føroya rætti fingið seks mánaða fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.

Hetta hendi í einari veitslu nýggjársmorgun. 

Ákæruvaldið og Føroya rættur gjørdu skjott av. Dómurin fall 18.januar.

Tann ákærdi - og nú dømdi - noktar seg sekan, tí hann sigur seg einki minnast. 

Maðurin er dømdur fyri at skera ein annan í vinstru hond við einum stórum køksknívi, so fingrar blivu skaddir. 

Frídømdur fyri roynd

Rætturin herdi revsingina, tí hevði skorni maðurin ikki sett hondina fyri andlitið, hevði knívurin mest sannlíkt rakt hann í andlitið ella í hálsin.

Og vandi er fyri, at álopni maðurin fær varandi mein í hondina.

Maðurin varð eisini ákærdur fyri eina roynd at fremja grovan harðskap, tí hann ætlaði at brúka køksknívin móti einum øðrum manni um somu tíð.

Men hann er frídømdur fyri hetta, tí tann ákæran er ikki prógvað, sigur Føroya rættur.

Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi síðani nýggjársdag, er eisini dømdur at gjalda sakarkostnaðin.
 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mars
Morgunlestur leygardagur 23. mars 2019
91111
Fríggjadag 22. mars
LEITISSTEIN 22.03.2019
92633
Fríggjadag 22. mars
Síðsta Skríggj 22. mars 2019
92289
Fríggjadag 22. mars
Morgunlestur fríggjadagur 22. mars 2019
91110
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Fríggjadag 22. mars
Lyst 32
92610
Hósdag 21. mars
Ítróttarportrett: Hallur Hansson
92551