Selja lán í staðin fyri at læna

30.01.2019 - 08:10
AktueltPengar
Selja lán í staðin fyri at læna
Húsalánsgrunnurin kann útvega sær størri gjaldføri við at selja verandi útlán hjá grunninum, siga arbeiðsgevarar
Bústaðir skulu hava loyvi til at læna 250 milliónir krónur.
 

Húsalánsgrunnurin kann útvega sær størri gjaldføri við at selja verandi útlán hjá grunninum.

Hetta hevði eisini minkað nakað um tørvin á at læna pengar til virksemið.

Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur skrivað hoyringarskriv um lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um at geva Húsalánsgrunninum, ella Bústøðum, loyvi til at selja lánsbrøv fyri 250 milliónir krónur, tað er at læna 250 milliónir. 

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sera stórt íløguvirksemi er í landinum, og at hetta lógaruppskotið leggur enn størri part av íløguvirkseminum uttanfyri fíggjarlógina.

Tað almenna eigur at gera íløgur, tá ferðin á búskapinum er lítil, heldur enn nú í hægsta hákonjunkturi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Eisini undrar tað felagið, at Húsalánsgrunnurin bara kann selja íleggjarum í Føroyum lánsbrøv.

Tað skilabesta er, sigur Arbeiðsgevarafelagið, at útvega sær ta bíligastu fíggingina.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Leitisstein 06.04.2020 (&Sørensen)
107333
Mánadag 6. apríl
Við Tórði á koronatúri
107298
Mánadag 6. apríl
Norðurljóð 6.apríl 2020
106803
Mánadag 6. apríl
Korona krevur sítt
107292
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Drúgt sjónvarp
107332
Mánadag 6. apríl
Kennir tú land títt? 2:3
107297
Sunnudag 5. apríl
Andakt við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar
107272
Sunnudag 5. apríl
Familjumøti úr Kelduni
107261
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
107262