Ein køld og friðarlig nátt

Ein køld og friðarlig nátt
Hóast nógv fólk var í býnum í nátt, hevur løgreglan havt tað friðarligt
 
03.02.2019 - 12:05

Í høvuðsstaðnum var árliga Vetrarljós tiltakið, og nógv fólk høvdu leitað sær í býin. 

Men sambært vakthavandi á politistøðini so var tað bæði sera kalt og friðarligt í Havn í nátt. 

Tó noyddist politiið í tveimum førum at taka menn upp, so vóru avdottnir. Í tí eina førinum komu løgreglufólkini fram á mannin av sínum eintingum, meðan í hinum førinum vóru tey uppringd av fólki, sum vóru komin fram á viðkomandi. 

Tað vóru átta kulda stig í nátt, so tað var ikki sørt vandamikið at liggja úti eina sovorna nátt, sigur vakthavandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010