Sjóneykan setast á barna- og ungdómsfótbólt

Sjóneykan setast á barna- og ungdómsfótbólt
Fótbóltssambandið bjóðar barna- og ungdómsvejarum á serstaka ráðstevnu
 
03.02.2019 - 16:55

Triðja árið á rað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta verður í døgunum 1. - 2. mars.

Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu síni.

Ráðstevnan er ætlað øllum barna- og ungomsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.

Endamálið er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.

Eins og í fjør, fær ráðstevnan aftur í ár útlendska vitjan. Hesaferð verður tað Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819