Vinnulógirnar ikki nóg góð verja

Vinnulógirnar ikki nóg góð verja
Føroysku lógirnar um smápartafeløg og partafeløg verja ikki nóg væl móti skattaundandrátti, hvítvaski og fígging av yvirgangi
Føroysku vinnufelagalógirnar forða ikki fyri, at til ber at fíggja yvirgang.
 
05.02.2019 - 07:09

Føroysku lógirnar um smápartafeløg og partafeløg verja ikki nóg væl móti skattaundandrátti, hvítvaski og
fígging av yvirgangi. Og tað hava millumtjóða felagsskapir varnast.

Føroysku lógirnar skulu tí broytast, so tær eru sum lógirnar í OECD-londunum.

Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um at broyta lógina um partafeløg og smápartafeløg og lógina um vinnufyritøkur.

Uppskot er um at strika handhavapartabrøv.

Orsøkin er, at partafelagið ikki, eins og tá talan er um navnapartabrøv, veit, hvør eigarin er. 

Við handhavapartabrøvum hava eigararnir møguleika at vera duldir mótvegis felagnum og almennum myndugleikum. 

OECD hevur víst á, at handhavapartabrøv kunnu verða misnýtt til at dylja eigaraviðurskifti og við hesum til
skattaundandrátt.

Við í altjóða samstarvi

Føroyar eru partur av altjóða samstarvinum Financial Action Task Force, FATF, sum hevur til endamál at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi.

Føroyar og Grønland verða eftirmett í eftirmetingarfrágfreiðingini fyri Danmark. 

Í frágreiðingini fyri 2017 varð viðmerkt, at Føroyar og Grønland hava avmarkaða lóggávu og skipanir til at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Í føroysku lóggávuni eru ongar reglur um veruligar eigarar, og fyri at fylgja FATF-tilmælunum og fyri at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi er tørvur á at seta reglur í vinnufelagalógirnar um veruligar eigarar, sigur Vinnumálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858