Flogvøllur í Froðba

Flogvøllur í Froðba
Tað fer at kosta góðar 70 milliónir krónur at gera ein 650 metra langan flogvøll í Froðba
Tyrlupallur er í Froðba
 
08.02.2019 - 08:07

Hugsanin um flogvøll í Suðuroynni er eisini við í nyggju samferðsluætlanini hjá Landsverki.

Í samferðsluætlanini stendur, at fyri frálandsvinnu kann ein flogvøllur í Suðuroynni brúkast, tá fólk skulu flytast til flogvøllin í Vágum ella til onnur lond, eftir at tey eru flutt við tyrlu ella skipi av oljupallinum í land í Suðuroynni.

Suðuroyggin fer ivaleyst at vera nærri møguligum oljuleiðum. 

Eisini kann hugsast, stendur í nýggju samferðsluætlanini, at grundarlag er fyri leiguflúgving millum Tvøroyri og Vágar í sambandi við uttanlandsferðing, tá fólk búgva í Suðuroynni og arbeiða uttanlands.

Fyrst í sjeytiárunum teknaði Landsverk 15 flogvøllir í Føroyum, sum vóru 600 metrar langir. Teir vóru til flogfør, sum kundu taka í mesta lagi okkurt um 20 ferðafólk.

Glyvursnes

Ein annar flogvøllur er eisini í samferðsluætlanini. Tað er altjóða flogvøllurin á Glyvursnesi.

Hann er mettur at kosta 1,2 milliardir krónur, verður hann 1.799 metrar sum flogvøllurin í Vágum er, og tvær milliardir krónur, verður hann 2.700 metrar langur. Tá eru farstøð og hangarur tald við.

Vegurin til flogvøllin á Glyvurnes verður bundin í landsvegin í Havnardali, har annar partur av innkomuvegnum til Havnar skal enda. 

Tá verður møguligt at koyra frá Kaldbaksvegnum og Eysturoyartunlinum eftir innkomuvegnum á flogvøllin á Glyvursnesi við 80 kilometra ferð um tíman.

Vegurin til flogvøllin er mettur at kosta 130 milliónir krónur. Hann verður 6,4 kilometrar.

Hvat heldur tú um tað?

Posted by Kringvarp Føroya on Fríggjadagur, 8. februar 2019
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858