Suðuroyartunnil styttir farleiðina ein tíma

Suðuroyartunnil styttir farleiðina ein tíma
Landsverk mælir til, at tunnilin úr Sandoynni kemur upp í Skúgvoy, áðrenn hann heldur fram til Sandvíkar
 
08.02.2019 - 10:27

Tunnil til Suðuroyar fer í 2018-prísum at kosta millum 2,8 og 3,4 milliardir krónur, og tað fer at taka umleið ein tíma at koyra millum millum Havnina og Tvøroyri.

Tað stendur í nýggju samferðsluætlanini, sum Landsverk handaði Heðini i Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, í gjár.

Landsverk sigur, at ein beinleiðis tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna verður 23 kilometrar til longdar, men við so longum tunli verður trygdin ein avbjóðing.

Landsverk mælir tí til at býta farleiðina í tvey, so at tunnilin fer upp í Skúgvoy. 

Á tann hátt ber til at stytta longra partin av tunlinum niður í 17 kilometrar.

Tunnilin úr Sandoynni til Skúvoyar verður níggju kilometrar. Í Skúgvi verða gjørdir 400 metrar av vegi, áðrenn farið verður í næsta tunnilin, sum skal verða til Sandvíkar. 

Hann verður 17 kilometrar til longdar. 

Landsverk nevnir eisini møguleika at gera byrging ella brúgv frá Skarvanesi til Skúvoyar. 

Ein tílík brúgv verður fýra kilometrar long, og hon verður mett at kosta 1,6 milliardir krónur. 

Byrja í 2030

Landsverk skjýtur upp, farið verður undir Suðuroyartunnilin í 2030, og útrokningar vísa, at umleið 1.000 bilar fara at koyra í tunlinum um dagin.

Mett verður, at tað fer at kosta 23 milliónir krónur um árið at halda Suðuroyartunnilin viðlíka, og spardar verða 29 milliónir krónur í rakstrarútreiðslum, tí sjóvegis sambandið við Smyrli heldur uppat. 

At Suðuroyartunnilin kemur upp í Sandvík, krevur nýggjan Sandvíkartunnil og umkoyringarveg í Hvalba. 

Haraftrat verður neyðugt at dagføra vegirnar á Gomlurætt, og kanska verður eisini neyðugt at gera umkoyringarveg í Trongisvági.

Landsverk sigur, at tunnil til Suðuroyar er ein ovurhonds stór verkætlan, sum ein almennur stovnur eigur at reka. Hesin stovnur skal eisini hava ábyrgd av at fíggja og gera tunnilin.

Hetta er triðja samferðsluætlanin, sum Landsverk hevur latið landsmyndugleikunum.

Tann fyrsta kom í 2007, onnur útgáva kom í 2012, og tilmælini í hesi útgávuni fevna um tíðarskeiðið 2018 til 2030. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584