Starvsfólk hjá altjóða Amnesty í London rýma

Starvsfólk hjá altjóða Amnesty í London rýma
Happing, kynjamismunur og valdsmisnýtsla, setur sín dám á arbeiðslagið á skrivstovuni hjá Amnesty International í London
Fólk trívast illa her á skrivstovuni hjá Amnesty International í London
 
09.02.2019 - 11:12

Amnesty International, sum vanliga starvast fyri rættindum hjá fólki, stendur nú sjálvt fyri skotum, tí starvsfólkini á Londonskrivstovuni hjá Amnesty International, klaga um happing, valdsmisnýtslu og kynjamismun, mannamun og vina- og kenningapolitikk.

Hetta kemur fram í nýggjari kanning, sum er gjørd av altjóða skrivstovuni hjá Amnesty í London. Tað er leiðslan í Amnesty International sjálv, sum hevur biðið um kanningina.

Kanningin verður gjørd fyri at betra um arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum, eftir at tvey av starvsfólkunum beindu fyri sær sjálvum orsaka vánaligan leiðsluatburð.

Ákæra leiðarar fyri at vera ódugnaligar

Tað eru dømi um at leiðarar hava eyðmýkt starvsfólk á fundum, við viðmerkingum sum at viðkomandi ikki dugir sítt arbeiði, ella at viðkomandi skuldi sagt seg úr starvi, stendur at lesa í kanningini.

Hinvegin ákæra starvsfólkini hjá Amnesty leiðararnar at vera ódugnaligar og vísa eina líkasælu fyri trivnaðinum hjá starvsfólkunum.

Frágreiðingin byggir á svar frá 475 starvsfólkum, sum svarar til 70 prosent av øllum starvsfólkunum, sum starvast í London-skrivstovunum hjá Amnesty International.

Trúvirðið hjá Amnesty í vanda

Niðurstøðan í frágreiðingini ger, at trúvirðið hjá Amnesty International er í vanda og at mótstøðufelagsskapir kunnu brúka hetta móti Amnesty International.

Aðalskrivarin í danska Amnesty, Trine Christensen, sigur við heimasíðuna hjá Danmarks Radio, dr.dk,, at frágreiðingin er sera áhugaverdur lesnaður.

- Vit eru ikki lýtaleys, heldur, í hesum starvi, og henda frágreiðing er avgjørt nakað, sum altjóða leiðslan í Amnesty eigur at taka í fullum álvara, sigur Trine Christensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887