Thailendski kongurin firtin inn á systrina

Thailendski kongurin firtin inn á systrina
Thailendski kongurin finst at systrini, sum hevur gjørt av at stilla upp á valinum, við tí endamáli at gerast forsætisráðharri í Thailandi
67 ára gamla pronsessan Ubolratana ætlar sær at gerast Thailendskur forsætisráðharri
Mynd: Princess Ubolratana  
 
09.02.2019 - 11:40

67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri. Hon bjóðar valevninum hjá herinum, tí sitandi forsætisráðharranum, Prayuth Chan-ocha, av, og tað hóvar ikki 66-ára gamla konginum.

Prinsessan er fyrsti limurin í kongshúsinum, sum fer uppí partapolitikk, og tað er brot á vanligu mannagongdirnar hjá teimum kongligu og í stríð við mentanina í landinum, sigur kongurin í eini fráboðan.

Ubolratana, prinsessa takkar fólkinum fyri stuðulin, og sigur, at hon hevur sagt prinsessuheitið frá sær, og er nú at rokna sum eitt vanligt fólk í Thailandi.

Herurin í Thailandi verður vanliga mettur sum størsti stuðulin hjá kongshúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819