Stjørnan í hálvfinaluni

Stjørnan í hálvfinaluni
Stjørnan vann á Neistanum, og tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
10.02.2019 - 18:26

Stjørnan úr Klaksvík stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í síðsta umfari í steypakappingini.

Tey vóru ikki nógv, ið góvu Stjørnuni, sum liggur næstniðast í landskappingini, nakran møguleika ímóti Neistanum, sum liggur næstovast.

Men Stjørnan setti seg á dystin, sum varð spældur í Høllini á Hálsi í Havn, alt fyri eitt, og tá liðini fóru til hálvleik vóru gestirnir á odda 10-15.

Neistin svaraði aftur í seinna hálvleiki, og tær vóru eisini eitt skifti á odda 18-17.

Men Stjørnan kom fyri seg aftur og vann við tveimum málum 24-26.

Aftaná dystin fingu vit orðið á Sonju Sirdal úr Stjørnuni.

sonja_sirdal

Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan endar á øðrum plássi í bólki tvey, og fer tí víðari saman við oddaliðnum, VÍF.

Kyndil vann bólk eitt

Í hinum bólkinum var longu undan dagsins umfari greitt, at Kyndil og H71 høvdu spælt seg víðari.

Tó var fyrsta plássið í bólkinum upp á spæl, tá liðini hittust í Hoyvíkshøllini í dag.

Kyndil vann dystin 25-27. Hálvleiksstøðan var 13-14 til Kyndil.

Í hálvfinalunum í kvinnukappingini skal Kyndil møta Stjørnuni, meðan VÍF og H71 spæla í hinari hálvfinaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652