Støðan spent í Spania

Støðan spent í Spania
Stór mótmælistiltøk hava um vikuskiftið verið í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, tí stjórnin ætlar at tingast við loysingarfólk í Katalonia
Mótmælisfólk bera skelti og fløgg á mótmælisgongum í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, um vikuskiftið
Mynd: AP  
 
11.02.2019 - 11:34

BBC skrivar, at mótmælisfólkini siga, at ætlanin hjá Pedro Sánchez, forsætisráðharra at útnevna ein meklara at standa fyri tingingunum, næstan kann samanberast við landasvik.

Spanska løgreglan metir, at 45.000 fólk vóru við í mótmælistiltøkunum í miðbýnum í Madrid.

Loysingarvongurin í Katalonia hevur sagt nei takk til tilboðið frá stjórnini í Madrid og krevur eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

Mótmælistiltøkini eru fyriskipað undir yvirskriftini "Fyri einum sameindum Spania - vit krevja val nú!"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010