Fingu maskintrupulleikar á Norðhavinum

Fingu maskintrupulleikar á Norðhavinum
Brimil var í nátt á Norðhavinum eftir einum útróðrarbáti, sum hevði fingið maskintrupulleikar
 
12.02.2019 - 12:51

Tað var beint áðrenn klokkan hálvgum trý í nátt, at MRCC Tórshavn fekk boðini um útróðrarbátin, sum hevði fingið trupulleikar við maskinuni.

Líkindini á Norðhavinum vóru ring, so tað varð hildið at vera frægast at senda Brimil eftir útróðrarbátinum, og ikki ein av teimum smærru bjargingarbátunum.

Brimil var ikki so langt burtur, og kom á Klaksvík við bátinum klokkan átta í morgun. Tveir mans vóru við útróðrarbátinum, sum var úr Norðoyggjum, upplýsir MRCC Tórshavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819