Váttað: Tey verða landsstýrisfólk í mentamálum

Váttað: Tey verða landsstýrisfólk í mentamálum
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Hanna Jensen, úr Framsókn, eru nýggj landsstýrisfólk í mentamálum
Mentamálaráðið fær tvey landsstýrisfólk stutta tíðarskeiðið, sum eftir er av valskeiðinum
Mynd: KVF/Samansettar myndir  
 
14.02.2019 - 11:55

Eftir at løgmaður hevur umsitið mentamál í knappan mánað, er politisiska telvingin nú komin á mál. Mentamál verða býtt sundur millum Framsókn og Tjóðveldi. 

Mentamálaráðið fær altso tvey landsstýrisfólk stutta skeiðið, sum eftir er av valskeiðinum. Tað boðaði Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðani.

 >> SÍ EISINI Landsstýrið verður umskipað

Høgni Hoydal skal, umframt at umsita fiskivinnumál, eisini umsita mentan, ítrótt, miðlar, kirkju, list og søvnini. Hanna Jensen úr Framsókn skal umsita tann partin av Mentamálaráðnum, sum eitur skúlamál, ella útbúgving og skúla.

Hanna Jensen stillaði fyrstu ferð upp fyri Framsókn til Løgtingið á valinum í 2011, tá hon bleiv varafólk hjá flokkinum. Hon varð fyrstu ferð vald á ting við valið seinast, í 2015. Hon hevur - til nú - verið forkvinna í Mentarnarnevndini hjá Løgtinginum.

 >> SÍ EISINI Tvey landsstýrisfólk: Soleiðis eru málsøkini býtt

Løgmaður hevur umsitið mentamál, síðan Rigmor Dam legði frá sær 21. januar eftir at hon var komin í politiskt ódnarveður av óheimilaðari meirnýtlu í sambandi við skúlabyggingina í Marknagili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887