Atløgubryggja á Glyvrum liðug

Atløgubryggja á Glyvrum liðug
Í gjár fekk Runavíkar kommuna vestaru atløgubryggjuna í bátahylinum á Glyvrum frá smápartafelagnum Rókini, sum gjørdi arbeiðið
Bátahylurin á Bakka hevur nú tvær atløgubryggjur.
Mynd: Runavikar kommuna  
 
15.02.2019 - 07:43

Í gjár fekk Runavíkar kommuna vestaru atløgubryggjuna í bátahylinum á Glyvrum frá smápartafelagnum Rókini, sum gjørdi arbeiðið.

Fýra byggifeløg vórðu biðin um at geva tilboð.

Býráðið samtykti at taka av tilboðnum frá Rókini, sum var tað lægsta. Tað var slakar tvær milliónir krónur.

Kongshavnar havnarstýrið hevur fíggjað arbeiðið.

Krevur øll havnargjøld

Havnarstýrið krevur inn øll havnargjøld frá skipum, sum koma inn um havnarmerkini á Skálafjørðinum.

Gjøldini verða síðani býtt millum tær fýra kommunurnar við Skálafjørðin, lutfalsliga eftir fjøruteini. 

Runavíkar kommuna eigur tí 48 prosent av havnargjøldunum.

Pengarnir skulu brúkast til íløgur fram við fjøruni við Skálafjørðin.

Eliesar Kastalag hevur teknað vestaru atløgubryggjuna á Glyvrum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819