Bústaðarpakkin farin í Løgtingið

Bústaðarpakkin farin í Løgtingið
Landsstýrið hevur nú latið Løgtinginum lógaruppskotið um bústaðapakkan
Íbúðir á Toftum
 
15.02.2019 - 09:57

Landsstýrið hevur nú latið Løgtinginum lógaruppskotið um bústaðapakkan. Tað gjørdu landsstýriskvinnurnar Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen.

Landsstýrið hevur arbeitt við einum bústaðapakka við ymiskum átøkum, sum ætlandi fara at bøta um støðuna á bústaðamarknaðinum og minka um trotið á bústøðum.

Bústaðir skulu byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd. Og fleiri noyðast at leiga út bústaðir.

600 bústaðir afturat

Landsstýrið hevur mett, at brúk er fyri 600 bústøðum afturat teimum, sum nú eru í gerð. Parturin hjá tí almenna eru tær 200 íbúðirnar hjá Bústøðum.

Sambært bústaðapakkanum fáa kommunurnar nú fáa betri møguleikar at gera eldrabústaðir. 

Og leigulógin verður tillagað, so vit í Føroyum fáa ein betur skipaðan leigumarknað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819