Einki skipanarauppskot um Barnaheimið

Einki skipanarauppskot um Barnaheimið
Prísurin er hækkaður 20 milliónir krónur, sum er ein triðingur
Her í Hoyvík er ætlanin at byggja Barnaheimið
Mynd: Landsverk  
 
15.02.2019 - 13:03

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum bíðar enn eftir skipanaruppskotinum um barnaheimið, sum skal byggjast í Hoyvík. Skipanaruppskotið er næsta stigið eftir byggiskránna.

Byggiskráin varð latin Løgtinginum saman við lógaruppskotinum. Men einki skipanaruppskot er komið.

Sambært tíðarætlanini skal Barnaheimið handast Almannamálaráðnum 12. november 2021. Tilboðini skulu latast upp 10. januar næsta ár.

Annars hevur Fíggjarnevndin júst fingið at vita, at barnaheimið verður 20 milliónir krónur dýrari enn mett, og sostatt verður kostnaðurin ikki 65 milliónir kr., men 85 milliónir.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at sambært Landsverki er orsøkin til hækkingina fyrst og fremst, at fermetraprísurin er hækkaður, at talið á neyðugum fermetrum er vaksið, og prísurin fyri lendið, sum skal keypast frá Tórshavnar kommunu, er eisini hækkaður.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at nevndin fer at viðgera barnaheimið í næstu viku.

Einki skipanaruppskot sent

Hann sigur, at einki skipanaruppskot er gjørt, hóast bæði Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn uppskot verða latin Løgtinginum.

Lógaruppskotið um Barnaheimið varð lagt fram 20.september í fjør.  Tað fekk fyrstu viðgerð 23.oktober, og varð síðani beint í Fíggjarnevndina.  

Í desember 2017 legði Eyðgunn Samuelsen eitt líknandi lógaruppskot fyri Løgtingið, sum gav landsstýriskvinnuni heimild at byggja barnaheim fyri 60 milliónir, sum kostnaðurin varð mettur at vera tá. Men tað uppskotið datt burtur, tá tingsetan 2017 endaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585