Granska medisinskt kannabis

19.02.2019 - 07:40
AktueltPolitikkur
Granska medisinskt kannabis
ES-parlamentið vil hava limalondini til at gera felags lógarkarm um medisinskt kannabis, og medisinsk kannabis skal lýsast týðiliga
 

Greið lóggáva er neyðug fyri góðskuna og trygdina, sigur parlamentið, og fokus eigur at verða á trygdina hjá ungum brúkarum og kvinnum, sum eru við barn.

Parlamentið mælir eisini til at seta av pening til at granska í medisinskum kannabis.

Felags ES-reglur skulu eisini forða misbrúki, steðga  handli á svartabørsi og yvirhøvur forða ungum í at gerast bundin av kannabis. 

Heitt verður nú á ES-nevndina og limalondini um at fáa lógir og reglur, og taka burtur mentanaliga-treytaðar forðing fyri at brúka og granska medisinskt kannabis.

Í samtyktini stendur eisini, at sjúkratyggingin skal rinda, tá talan er um effektivan kannabis-heilivág.

ES-parlamentið sigur, at prógv eru fyri, at kannabis kann bøta um eitt nú matarlystin hjá HIV og AIDS-sjúklingum og linna sjúkueyðkenni - eitt nú psykosu, Tourettes-syndrom, epilepsi, liðagikt, astma, krabbamein og Crohns-sjúk.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Ísrael, landið og fólkið
103928
Mánadag 27. januar
Við Tóri á túri á Glasi - fyrri partur
103958
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2020
103940
Mánadag 27. januar
Morgunlesturin mánadagurin 27.januar 2020
103910
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
103969
Fríggjadag 24. januar
Hyggjuráðið
103852
Hósdag 23. januar
Sí stuttfilmin: "Ikki illa meint"
103763
Mikudag 22. januar
25 minuttir: Tim Birkhead
103726