Eykafloksting um uppstilling til fólkatingið

bannari
Eykafloksting um uppstilling til fólkatingið
Á eykaflokstingi í annaðkvøld fer Tjóðveldi at gera av, um flokkurin skal stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður í vár
Føroyar eiga tveir sessir í fólkatinginum. Val verður í vár
 
20.02.2019 - 07:29

Á eykaflokstingi í annaðkvøld fer Tjóðveldi at gera av, um flokkurin skal stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður í vár.

Sambært viðtøkum floksins skal eykafloksting taka støðu til, um stillast skal upp til fólkatingsval. Tjóðveldisflokkurin, sum varð stovnaður í 1948, stillaði upp til fólkatingaval fyrstu ferð í 1960.

Hann stillaði tó ikki upp í 1964, 1966, 1968 og 1971. Men síðani hevur hann stillað til hvørt fólkatingsval.

Størsti flokkur

Tjóðveldi varð størsti flokkur í Føroyum á fólkatingsvalinum 18.juni í 2015. Á eykaflokstinginum, sum verður í annaðkvøld, verður eisini framløga um arbeiðið í fólkatinginum í hesum valskeiðinum.

Høgni Hoydal, floksformaður, varð valdur í folkatingið í 2015. Men næsta maðurin á listanum, Magni Arge, hevur verið í fólkatinginum í valskeiðinum.

Avger eykaflokstingið í annaðkvøld, at Tjóðveldi stillar upp, verður valskráin eisini umrødd og støða verður tikin til, hvussu flokkurin stillar upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652