Neistin er steypavinnari

Neistin er steypavinnari
Neistin vann steypafinaluna hjá monnum í allarsíðsta sekundi
 
23.02.2019 - 17:59

Steypafinalan hjá monnum kundi neyvan blivi nógv meira spennandi.

Neistin vann við einum máli. Avgerandi málið skoraði Rasmus Søby við langskoti í allarsíðsta sekundi.

Fyrri hálvleikur var ógvuliga verjukendur, og tað sást aftur á hálvleiksstøðuni, sum var 9-8 til Neistan.

Í seinna hálvleiki bleiv dysturin munandi meira undirhaldandi, og eitt skifti var Kyndil á sigurskós, tá teir vóru á odda við fýra málum.

Venjarin hjá Neistanum, Jeppe Borch, broytti taktikk. Hann spældi 5-1 í verjuni og við sjey móti seks í álopunum, og tað riggaði.

Tað bendi tó nógv á, at neyðugt fór at verða við umdysti, tí tá fá sekund vóru eftir var javnleikur 22-22.

Men við hegnisligum langskoti í síðsta sekundi syrgdi Rasmus Søby fyri, at sigurin fór til Neistan.

Kyndil-Neistin 22-23 (8-9)

Rasmus Søby Neistin  6
Hjalti M. Jacobsen Kyndil 4
Bartal K. Olsen Kyndil 4
Thomas Pauli Hanusarson Kyndil 4

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585