Níggju leikstjórar í uppskoti til Geytan

Níggju leikstjórar í uppskoti til Geytan
Átta stuttfilmar og níggju leikstjórar eru í uppskoti at vinna árligu Geytavirðislønina, sum verður handað í Norðurlandahúsinum í kvøld.
 
23.02.2019 - 09:53

Í kvøld verður árliga Geytahandanin í Norðurlandahúsinum. Geytin er filmsvirðisløn, sum verður latin á árligum stuttfilmstiltaki í Norðurlandahúsinum. 

Níggju filmar eru í uppskoti, og tvær virðislønir verða latnar, ein áskoðaravirðisløn og so sjálv Geytavirðislønin. Geytavirðislønin er 30.000 krónir og áskoðaravirðislønin er 25.000 krónir 

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.

Filmarnir, sum eru við í kappingini eru: 

12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.

Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð

Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni

Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban

Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum

Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal 

Et visit. Leikstjóri: Sára Wang

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887