Leita nú aftur

Leita nú aftur
Løgreglan er í dag farin til Fugloyar at leita eftir ferðamanninum, sum hvarv í oynni fríggjadagin 11. januar
 
25.02.2019 - 14:44

Leitað verður við staðkendum fólki og løgreglufólki við hundum. Orsøkin til, at leitað verður aftur í dag, er, at tað eru nøkur pláss sum ikki er leitað fyrr, og nú veðrið er gott, verður roynt aftur.

Tað hevur viðrað illa síðani maðurin hvarv, og tí hevur ikki verið leitað. Men av tí at nøkur pláss eru eftir at leita, verður ein roynd gjørd í dag aftrat.

Leita til tað verður myrkt

Fólk fóru út til Fugloyar við hundum og útgerð tíðliga í morgun, við tyrluni, og leitað verður, so leingi sum ljóst er.

Teir fyrstu dagarnar eftir at maðurin hvarv, varð leitað  leingi, bæði við fólki, servandum hundum og tyrlan og Brimiul letaðu eisini. Men eingi spor vóru  eftir mannin.

Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðani hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Tá leitingin í dag er av, verður neyvan leitað meir, upplýsir løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585