SÍ omaná í dramatiskari finalu

SÍ omaná í dramatiskari finalu
SÍ vann steypafinaluna hjá kvinnum móti Fleyr eftir stóran spenning og javnbrótara.
 
02.03.2019 - 16:01

Javnbrótari mátti til, áðrenn SÍ vann eina sera dramatiska steypafinalu hjá kvinnum.

Tað sá svart út hjá sørvágskvinnum eftir tvey tey fyrstu settini. Fleyr vann tey bæði, og so hevði SÍ ryggin móti múrinum.
Tær vuksu tó undir trýstinum og vunnu triðja og fjórða sett. 

So var farið út í javnbrótaran, og har var SÍ sterkari í avgerðandi løtuni. Tær vunnu 15-12 og fóru avstað við steypinum. 

Fyrsta settið var eins javnt og tey flestu høvdu roknað við frammanundan. SÍ hevði nøsina frammanfyri størsta partin
av settinum, men Fleyr vildi ikki sleppa og javnaði eisini til 20-20. Súsanna Sólrunnardóttir Ludvig avgjørdi til endans fyri Fleyr
við serviessi til 25-23.

Sørvágskvinnur løgdu væl fyri í øðrum setti og spældu seg til greiða 16-11 leiðslu. Tá tók Fleyr time-out og tað gav úrslit 
beinanvegin. Havnaliðið fekk seks stig á rað, tók leiðsluna og seinni settið, sum endaði 25-22. 

SÍ hevði ryggin móti múrinum, og mátti vinna triðja sett, men hetta tøktist bert at eggja til størri innsats. Eftir eina javna byrjan 
fóru sørvágskvinnur frá eini eittmálsleiðslu til at vera heili níggju stig frammanfyri. Støðan var tá 23-14, og hóast Fleyr fekk 
nøkur stig afturat var ov seint, og SÍ vann 25-18.

Og nú var SÍ veruliga omaná. Tær hildu fram, sum tær endaðu í triðja setti, og komu skjótt á odda í fjórða. Munurin gjørdist
bara størri og størri, men so steðgaði upp. Fleyr otaði seg nærri, men tað var ov seint, og SÍ vann settið 25-18.

So mátti farast út í javnbrótara. Liðini fylgdust mestsum allan vegin, men tá støðan var 12-12 tók SÍ avgerðandi 
stigini og vann steypafinaluna 15-12. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010