UNICEF ávarar um meslingafarsótt

UNICEF ávarar um meslingafarsótt
Ringast stendur til í Ukraina, Fraklandi og Brasilia
 
02.03.2019 - 10:04

Barnaheilsustovnurin hjá ST, Unicef, ávarar um herviliga farsótt av meslingum.

Samanumtikið eru meslingar ein vaksandi trupulleiki í 98 londum kring heimin. 

Ringast stendur til í Ukraina, Fraklandi og Brasilia.

Í Ukraina vórðu 35.000 fleiri fólk smittað við meslingum í fjør, sammett við árið fyri.

Og sama, keðiliga gongd heldur fram í ár, ávarar Unicef.

Ivast í koppseting

Ein høvuðsorsøk til gongdina er, at alsamt fleiri fólk í Ukraina eru farin at ivast í, um tað er rætt at koppseta síni børn móti meslingum. Og harumframt er eisini trot á koppseting í landinum.

Men, sum nevnt er trupulleikin vaksandi í nógvum av heimsins londum, bæði í Eysturevropa, Asia og Suðuramerika umframt í Fraklandi.

Um okkara leiðir verða flestu børn koppsett móti meslingum, og verður tað gjørt við sonevndu MFR-vaksinuni, sum verður latin smábørnum.

Um tað ikki er gjørt, so eru ráðini annars at koppseta seg, áðrenn farið verður av landinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584