Demokratarnir eru orsøkin

Demokratarnir eru orsøkin
Demokratarnir eru orsøkin til, at eingin avtala varð gjørd á toppfundinum millum USA og Norðurkorea í farnu viku, skrivar Trump í Twitter-boðum
 
04.03.2019 - 07:44

Samstundis sum forsetin samráddist við norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un í Hanoi, varð fyrrverandi advokaturin hjá Trump, Michale Cohen, til hoyring.

Trump skrivar í Twitterboðunum í nátt:

- At demokratarnir spyra ein dømdan lygnara og falsara í opnari hoyring, samstundis sum sera týdningarmikli kjarnorku-fundurin við Norðurkorea er, er kanska nýggjur brennidepil í amerikonskum politikki, og kann hava viðvirkað til, at fundurin slitnaði. Tað er ongantíð hent fyrr meðan ein forseti er uttanlands. Vanæra, skrivar Trump.

Undir hoyringini lýsti Cohen fyrrverandi arbeiðsgevara sín at vera rasist, svindlara og krotusmið. 

Cohen varð eisini spurdur um sonevnda hússj-peningin, sum pornostjørnan, Stormy Danieles, fekk, afturfyri at hon tagdi við, at hon hevði fjasað við Trump.

Cohen varð í fjør dømdur trý ára fongsul fyri m.a. at hava logið fyri Kongressini. 

Fundurin í Hanoi í Vjetnam endaði fyrr enn væntað uttan at nakra felags avtalu.

Á framskundaðum tíðindafundi beint eftir fundin segði Trump, at viðurskiftini millum teir báðar leiðararnar framvegis er gott, men at USA ikki vildi ganga krøvunum á møti, um at strika tiltøkini móti Norðurkorea. 

- Onkuntíð mást tú bara fara, og hetta var onkuntíð, segði Trump á tíðindafundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628