Fáa onga umbering, men eina kanning

Fáa onga umbering, men eina kanning
Í 1951 fluttu danskir myndugleikar grønlendsk børn til Danmarkar, har tey skuldu læra danska málið og danska mentan
 
05.03.2019 - 09:40

Nú verður søgulig kanning sett í verk um, hvat veruliga hendi undir sosiala eksperimentinum.

Helena Thiesen var bara sjey ára gomul, tá danskir myndugleikar tóku hana við sær. Teir tóku hana frá heiminum í Grønlandi og fluttu hana til Danmarkar.  

- Mamma segði tvær ferðir nei. Triðjuferð bestemmaðu tey, sigur Helena Thiesen í útvarpssendingini Ekot í svenska kringvarpinum, SVT. Har var hon í 18 mánaðir, meðan hon lærdi danska málið og danska mentan. 

Gloymdi grønlendskt

Helena Thiesen var ikki tann einasta, sum varð tikin frá foreldrunum. Tilsamans tóku myndugleikarnir 22 børn úr Grønlandi til Danmarkar tað árið.

Ætlanin var, at tey skuldu gerast tilfeingi, sum skuldi gera tað lættari fyri landið at seta í verk bæði málini í skúlunum í Grønlandi. Men ætlanin gekk ikki sum ætlað.

Tá Thiesen 18 mánaðir seinni slapp heimaftur til mammu sína, tosaði hon bara danskt, og kundi ikki longu samskifta við foreldur síni. 

- Eg rann til mammu mína fyri at klemma hana, og siga henni um alt, sum var hent í Danmark. Men eg sá, at hon skilti meg ikki, at eg hevði mist mítt grønlendska mál, tá hon svaraði aftur á grønlendskum. Tí eg skilti hana ikki, sigur Helena Thiesen.

Mein fyri lívið

Tey 22 børnini komu ongantíð aftur til familjur sínar, men vuksu í staðin upp á barnaheimi ella í fosturheimum í Grønlandi. Bæði Helena Thiesen og onnur av hesum børnum hava fingið mein fyri lívið.

- Eg havi verið sera sorgarbundin alt mítt lív. Vit børn hava grátið nógv tilsamans, sigur hon.

Í síðsta mánaði skrivaði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og formaðurin í grønlendska landstinginum, Kim Kielsen, undir avtalu um at kanna málið. 

Eingin umbering

Helena Thiesen vónar, at hetta merkir, at Danmark fer at biða um umbering. Men í tíðindaskrivi frá danska forsætisráðharranum, sigur hann, at tað verður av ongum.

Málið skal kannast, men tað merkir ikki, at ábyrgdin skal plaserast ella at landið fer at biða um umbering, sigur Løkke Rasmussen, sambært sendingini í Ekot.

Altjóða felagsskapurin, Barnabati, sum var við og valdi børn í 1951, hevur biðið um umbering, men tað hevur danski staturin ikki gjørt.

- Eg vóni, at kanningin fer at gera tey klókari, og at staturin biður okkum um umbering, sigur Helena Thiesen í svensku útvarpssendingini hjá SVT, Ekot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652