Verklagslógir um tunnilsvegir

Verklagslógir um tunnilsvegir
Uppskot um verklagslógir um innkomuvegin í Havn og Fjøruvegin í Runavík eru komin í løgtingið
Partur av innkomuvegnum í Havn er gjørdur fyri nógvum árum síðani.
 
08.03.2019 - 12:58

Talan er um vegir, sum hava samband við Eysturoyartunnilin, men sum ikki verða lidnir, tá undirsjóvartunnilin er liðugur.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, legði í gjár fram tvey uppskot um verklagslógir.

Annað uppskotið er um innkomuvegin í Havn. Hann má ikki kosta landinum meira enn 114 milliónir krónur. Verklagslógin fer úr gildi 31. desember í 2025.

Sambært lógaruppskotinum skal innkomuvegurin gerast frá Kaldbaksvegnum, umvegis Skarðshjalla móti rundkoyringini við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina til Villingardalsvegin.

Í ár er bara játtað ein millión krónur til vegin. Men sambært íløguætlan landsstýrisins verða 114 milliónir krónur játtaðar frá 2018 til 2023. 

Fjøruvegurin

Heðin Mortensen hevur eisini eitt uppskot um Fjøruvegin í Runavík. Hann kann ikki kosta landinum meira enn 35 milliónir krónur. Verklagslógin er galdandi til 31. desember 2028.

Sambært uppskotinum skal nýggjur landsvegur gerast av Glyvravegi gjøgnum fjøruna eftir havnarlagnum í Saltangará og Runavík til nýggja tunnilsvegin í Rókini.

Í ár eru játtaðar fýra milliónir krónur. Men sambært íløguætlan landsstýrisins verður eingin peningur játtaður til Fjøruvegin næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010