Heimsbankin kann nú rættarsøkjast

Heimsbankin kann nú rættarsøkjast
Heimsbankin hevur mist sítt fullkomna órin og kann nú rættarsøkjast
Heimsbankin hevur higartil verið vardur frá rættarsókn, men nú sleppur deildin fyri privatfígging ikki undan longur
Mynd: savnsmynd  
 
09.03.2019 - 14:22

Hægstirættur í USA vrakaði í vikuni kravið frá Heimsbankanum um fullkomið órin - ella immunitet - og hevur gjørt úrskurð um, at deildin hjá Heimsbankanum, sum lænir pening út, kann dragast fyri rættin.

Níggju dómarar sita í amerikanska Hægstarætti, og úrskurðurin ímóti Heimsbankanum varð gjørdur við sjey atkvøðum fyri og einari ímóti.

Stephen G. Breyer atkvøddi ímóti, meðan nýliga útnevndi hægstarrættardómarin, Brett Kavanaugh, ikki tók lut. 

Altjóða samstarvið millum journalistar, ICIJ, sum hevur fylgt málinum tætt, skrivar, at úrskurðurin merkir, at aðrir altjóða stovnar við sæti í USA nú kunnu rættarsøkjast fyri menningarverkætlanir aðrastaðni í heiminum.

Grundin til, at Hægstirættur skuldi taka støðu til hendan spurningin, er ein søga um borgarar í fiskivinnusamfelagnum í Mundra í India. Tey siga, at teirra heimstaður og teirra livibreyð er skatt av dálking frá einum kol-orkuverkið, sum Heimsbankin gjøgnum sína lánideild til privat, hevur fíggjað. Hendan heimsbankadeildin kallast International Finance Corporation og hevur heimstað í Washington.

 

- Sigur fyri fólkið í Mundra

Bharat Patel, sum er aðalskrivari í einum felagsskapi, sum stríðist fyri rættindunum hjá fiskimonnum og -kvinnum í India, er ein av saksøkjarunum.

Hann er glaður fyri søguliga úrskurðin hjá amerikanska hægstarætti, skrivar ICIJ.

- Hetta er ein risastorur sigur fyri fólkið í Mundra og eitt stórt stig fram móti at fáa Heimsbankan at taka ábyrgd fyri tey skaðiligu árinini, sum teirra íløgur hava við sær, sigur hann við ICIJ.

Talan er um eitt mál, sum hevur mong ár á baki, og ICIJ hevur fylgt tí, síðani journalistasamstarvið fór undir sína stóru kanning, sum varð liðug í 2015 og kallast "Evicted and Abandoned", sum kanska kann umsetast til okkurt sum "Rikin út og svikin".

Kanningarnar vístu, at umleið 3,4 milliónir fólk vórðu ítøkiliga ella fíggjarliga tvingsilsflutt av heimsbankafíggjaðu menningarætlanunum millum 2004 og 2013, og at Heimsbankin mangan breyt sínar egnu reglur um á sømiligan hátt at tryggja fólki nýggjan heimstað.

 

Torskild jura

Løgfrøðiliga er tað tó ikki sum at siga tað at rættarsøkja Heimsbankan.

M.a. er ein lóg frá 1945, sum tryggjar altjóða felagsskapum "sama immunitet frá rættarsókn", sum fremmandar stjórnir hava.

Hægstirættur skuldi gera av, hvussu tann lógin verður ávirkað av eini aðrari frá 1976, sum tók burtur løgfrøðiligan immunitet fyri handilsligt virksemi hjá fremmandum stjórnum.

Úrskurðurin frá 27. februar tykist, sambært ICIJ, ikki at ávirka hvørki Sameindu Tjóðir ella Altjóða Gjaldoyragrunnin, tí hesi hava fullkomnan immunitet í sínum egnum stovningarsáttmálum.

Tað er felagsskapurin EarthRights International, sum umboðar tey,  sum vilja stevna Heimsbankan. Sakførarar har siga, at Heimsbankin má ábyrgdast, um teirra gerðir ella vansketni skaðar lokalfólk.

Sakarmálið hjá indiska fiskivinnusamfelagnum fær eftir úrskurðin í Hægstarætti loyvi at halda fram við lægri rætt í USA, skrivar ICIJ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851