VSJ eigur Ársins Útvarpshitt

VSJ eigur Ársins Útvarpshitt
Lurtarar hava valt Something Magical at vera Ársins Útvarpshitt 2018
 
10.03.2019 - 17:25

Í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna í Kringvarpinum varð skipað fyri kapping, um hvør føroyskur bólkur ella einstaklingur hevur gjørt Ársins Útvarpshitt í 2018.

Alla vikuna hava fólk kunnað atkvøtt á heimasíðu Kringvarpsins, og leygardagin varð greitt, hvør vinnarin er.

Sangurin "Something Magical" hjá bólkinum VSJ vann við 21 prosentum av øllum atkvøðunum.

Á øðrum plássi endaði Ingi Poulsen við sanginum "Tá ið eg síggi teg".

Útvið 4000 fólk hava greitt atkvøðu hesa vikuna, kappingin hevur verið.

Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarpið hevur biðið lurtarar um at velja Ársins Útvarpshitt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819