Útvarpsbiografur í Kringvarpshøllini

Útvarpsbiografur í Kringvarpshøllini
Teir sjey útvarpsdokumentararnir, sum komu inn til kappingina hjá Kringvarpinum, verða at hoyra í útvarpsbiografinum sunnudagin
 
15.03.2019 - 10:00

Sunnudagin verður almennur útvarpsbiografur í høllini í Kringvarpinum. Teir sjey útvarpsdokumentararnir, sum komu inn til kappingina hjá Kringvarpi Føroya, verða at hoyra.

Kringvarp Føroya skrivaði í fjør út kapping um at skriva ein útvarpsdokumentar. Endamálið var at eggja fleiri at skriva og gera nýggjar stuttdokumentarar til útvarp.

Dómsnevndin hevur nú valt ein vinnara, men allir útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin. 

 

Sjey stuttdokumentarar komu inn

Stutt-dokumentararnir skuldu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. 

Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. Dokumentararnir skuldu verða 8-10 minuttir til longdar. 

Tilsamans komu sjey stuttdokumentarar inn. Evnini fevna víða og tey umboða ymisk brot frá veruleikanum í føroyska samfelagnum. 

 

Fjøllbroyttir útvarpsdokumentarar

Dokumentararnir fortelja søgur um alt frá nýbroti innan KT-heimin, tónleik og tað, ið eitt “hitt” kann hava við sær. Vit hoyra tvær ymiskar søgur um kroppin, um spurningin hvat vakurleiki er, um uppruna og familjuloyndir, og um avbjóðingar hjá gomlum siði móti nýggjum tíðum.  

Útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin klokkan 16. Teir sjey dokumentararnir eru uml. 10 minuttir til longdar og Kringvarpshøllin verður myrkaløgd.

 

Vinnarin verður kunngjørdur sunnudagin

Eftir at Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, hevur bjóðað vælkomin í forhøllini, sigur Linda Mortansdóttir, umboð fyri dómsnevndina, nøkur orð. Síðani verða fyrst fýra søgur at hoyra. Eftir eini kaffisteðg, verða hinir tríggir dokumentararnir at hoyra.

At enda verður virðisløn verður handað vinnaranum. 

Í dómsnevnini sótu Thorgerður Sigurðardóttir (RUV, ÍSL) Tim Hinman (Third Ear, DK) og Linda Mortansdóttir (FO).

Tiltakið er alment og ókeypis. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887