Neymar skal kannast

13.03.2019 - 17:23
AktueltÚtheimurin
Neymar skal kannast
UEFA váttar, at tey kanna útsagnirnar hjá fótbóltsspælaranum, Neymar, eftir at hann í sosialum miðlum hevur verið hvassorðaður móti dómaranum
Mynd: © AP  
 
 

Tað hendi eftir dystin millum franska liðið, PSG, og Manchester United.

Greinin heldur fram niðanfyri

Brasilski fótbóltssnillingurn var í øðini eftir 1-3 tapið fyri Manchester United í Champions league, og skrivaði á Instagram:

- Hetta er skomm. Tey seta fýra persónar, sum ikki hava skil fyri fótbólti, til at hyggja eftir upptøkum av dystinum í VAR. Tað var ikki brotsspark. Hvussu kann tað vera "hond", tá bólturin rakar ryggin? Far av fjandanum til.

PSG-stjørnan, sum ikki var á vøllinum, tí hann er skaddur, var ónøgdur við støðuna, tá Diogo Dalot skjeyt útifrá og rakti Presnel Kimpembe í armin. 

Eftir at dómarin, Damir Skomina, hevði hugt eftir upptøkum á VAR-skíggjanum, dømdi hann brotsspark til Manchester United. Rashford skoraði og menninir hjá Ole Gunnar Solskjær komu víðari til fjórðingsfinaluna í Meistaraliguni.

Sí eisini

07.06.15
42340
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Mánadag 25. mars
3-2
92725
Mánadag 25. mars
Hondboltur hálvfinala: H71 - VÍF
92677
Sunnudag 24. mars
Andaktin
92675