Róku fyri vág og vind í illveðri

Róku fyri vág og vind í illveðri
Grønlendski rækjutrolarin, Polar Aassik, sendi hósdagin út neyðarkall, tí brek var í motorinum
Mynd: knr.gl  
 
13.03.2019 - 17:20

Trolarin var staddur 40 fjórðingar eystur úr Hvarvinum, í hørðum streymi og ódnarveðri, skrivar Sermitsiaq.

Danska sjóverjuskipið, Hvidbjørnen, kom skipinum til hjálpar. Polar Aassik rak fyri vág og vind í 10 metrar høgum aldum. Hvidbjørnen stríddist í tríggjar dagar, áðrenn tað eydnaðist at fáa ein enda á trolaran. Vánaligt sýni tarnaði eisini bjargingararbeiðnum.

Harði norðanvindurin trýsti Polar Aassit 30 fjórðingar longur suður, - langt suðurum Hvarvið. Tað gekk eisini strilti at sleipa trolaran inn til lands. Fleiri ferðir legði Hvidbjørnen seg 40 stig, og trossin slitnaði eisini gjáramorgunin.

Nýggjur endi varð settur á Polar Aassik, og Hvidbjørnen kom við trolaranum inni í Qaqortoq í gjárkvøldið, skrivar Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628