Staðseta nýggjan skúla

Staðseta nýggjan skúla
Á býráðsfundi í kvøld, skal Tvøroyrar Býráð viðgerða, hvar nýggi skúlin skal verða
 
13.03.2019 - 16:12

Í dag heldur Tvøroyrar skúli til í miðbýnum á Tvøroyri og í Trongisvági. Skiftandi býráð hava í nógv ár viðgjørt spurningin um nýggjan skúla, og staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági.

Men undanfarna býráð hevur kannað møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um- og nýbygging kann nýtast til framtíðar skúla. Og tað vísir seg, at hann kann út- og umbyggjast. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleika og borgarum á Tvøroyri.

Undanfarna býráð avgjørdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er man komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til hvar nýggjur skúli skal staðsetast, - í Trongisvági ella á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652