Bretland ikki úr ES uttan avtalu

Bretland ikki úr ES uttan avtalu
Bretland skal ikki úr ES uttan eina avtalu við ES. Tað hevur ein meiriluti í bretska parlamentinum gjørt av
Enn einaferð er avtalan, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit, vrakað í parlamentinum
 
14.03.2019 - 06:27

Parlamentið tók heldur ikki hesa ferð undir við avtaluni, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit. Tí er greitt, at Bretland ikki skal úr ES uttan eina avtalu við ES.

Eitt uppskot um, at Bretland ikki skal úr ES uttan nakra avtalu varð lagt fyri parlamentið, og tað varð samtykt mikukvøldið við 321 atkvøðum fyri og 278 ímóti.

 >> SÍ EISINI »Nay«: Støðan meira óviss enn nakrantíð

Men samtyktin um, at Bretland ikki skal fara úr ES uttan nakra avtalu, er ikki løgfrøðiliga bindandi, og tí kann tað framvegis henda, at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu.

Video: Theresa May heldur røðu í parlamentinum

Ætlandi skal Bretland úr ES 29. mars, men í dag skal tjóðartingið atkvøða um eitt uppskot um, at Bretland skal biða ES um at fáa ta freistina útsetta.

- Eg vil fara úr ES við eini góðari avtalu. Eg haldi, vit kunnu gera eina góða avtalu, segði Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, í parlamentinum mikukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691