Fleiri menn flyta til Føroya

Fleiri menn flyta til Føroya
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men nú vísa tøl frá Hagstovuni, at tað eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk, sum flyta til landið
187 fleiri menn enn kvinnur eru flutt til Føroya seinastu 12 mánaðirnar
 
14.03.2019 - 07:45

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk flyta til Føroya, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Nettotilflytingin vísir, at tilsamans 187 fleiri mannfólk enn konufólk eru flutt til Føroya í tíðarskeiðinum 1. februar í fjør til 1. februar í ár. 

Flyta í fyrsta ársfjórðingi

Tað er serliga í fyrsta ársfjórðingi í fjør og aftur nú í ár, at tað eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk, ið flyta til Føroya.

- Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. 

Samlaði fólkavøksturin hetta 12 mánaða-skeiðið er 844 ella 1,7 prosent. 1. februar í ár búðu 51.440 fólk í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652