Runavíkar kommuna úrskeklað

Runavíkar kommuna úrskeklað
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu finst hvassliga at handfaringini av uppskotinum um innkomuveg til Havnar og Fjøruveg í Runavík
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu góðtekur ikki, at borgararnir í kommununi einsamallir skulu gjalda ein part av tunnilsætlanini. 
 
14.03.2019 - 09:52

- Runavíkar kommuna hevur als ikki verið ein partur av øðrum í hesum máli, enn tað at fáa eina verklagslóg til vega, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í lesarabrævi. 

Hann vísir á, at hóast tað er landsstýrismanninum fyri at takka, at ein verklagslóg er komin niðan í tingið, so hevur málið flutt seg frá ongum til eina verklagslóg, ið er mest átøk einum dekningsleysum kekki upp á 35 milliónir krónur og sum heimilar, at ein landsvegur verður gjørdur fram við fjøruni í økinum. 

Tórbjørn Jacobsen skrivar eisini, at í viðmerkingunum stendur, at Landsverk og Samferðslumálaráðið hava gjørt lógaruppskotið um Fjøruvegin í felag, og harvið staðfestir landsstýrismaðurin, at Runavíkar kommuna als ikki hevur verið ein partur av øðrum í hesum máli, enn tað at fáa eina verklagslóg til vega. 

Borgarstjórin í Runavík sigur, at Runavíkar kommuna er meiri enn hálvgum úrskeklað, tá ið tað snýr seg um undirstøðukervið til Eysturoyartunnilin, og hann góðtekur ikki, at borgararnir í kommununi einsamallir skulu gjalda ein part av tunnilsætlanini. 

- Tað leggur verandi verklagslóg upp til, og tað kann hvørki góðtakast ella virðast, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Uppskotið um innkomuveg til Havnar og Fjøruveg í Runavík í samband við Eysturoyartunnilin fer til fyrstu viðgerð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672