Funnin í øllum góðum

16.03.2019 - 15:31
Aktuelt112
Funnin í øllum góðum
Maðurin, sum løgreglan eftirlýsti fyrr í dag, er komin afturíaftur
Grótbáturin Siri kom um trý tíðina á Havnina við seksæringinum Bakkafossi, sum løgreglan eftirlýsti eftir døgurða í dag
Mynd: © Jan Hammer Egholm  
 

Maðurin, sum varð eftirlýstur beint eftir døgurða í dag, er funnin og komin afturíaftur í øllum góðum. Tað boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani.

Leiting varð sett í verk á døgurða í dag. Tríggir smærri bjargingarbátar, Vædderen og Brimil og bjargingartyrlan leitaðu eftir bátinum og manninum.

S1060002

Video: Her kemur grótbáturin Siri á Havnina við bátinum (Upptøka: Jan Hammer Egholm)

Um trý tíðina kom grótbáturin Siri inn á Havnina við bátinum og manninum, sum løgreglan eftirlýsti beint eftir døgurða í dag, upplýsir MRCC Tórshavn.

Báturin var uppsteðgaður, og var rikin fyri vág og vind. Maðurin fekk ikki givið boð frá sær, og hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð, sigur vakthavandi hjá MRCC.

Grótbáturin Siri fann bátin í øllum góðum við Glyvursnes, eftir at MRCC Tórshavn hevði heitt á skip og bátar um at hyggja eftir seksæringinum við manninum umborð.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Vágs kirkju
94633
Leygardag 18. mai
Tá Saddam fór um mark
94010
Leygardag 18. mai
Tosa við foreldrini um tað
94625
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2019
94155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Andaktin
94638
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
94640
Fríggjadag 17. mai
Andakt við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar
94619
Fríggjadag 17. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
94615