Løgreglan eftirlýsir mann

16.03.2019 - 13:38
Aktuelt112
Løgreglan eftirlýsir mann
Løgreglan sendi fyri løtu síðani út eftirlýsing eftir einum manni, ið seinast varð sæddur í hesum bátinum um nátturðatíð fríggjakvøldið
Løgreglan sendi fyri løtu síðani út eina eftirlýsing eftir 53 ára gamla Eiler Guttesen, ið seinast varð sæddur umborð á bátinum Bakkafossi um nátturðatíð í gjár
Mynd: © Føroya Politi á Facebook  
 
 

Løgreglan sendi klokkan 13:25 út eina eftirlýsing, har sóknast verður eftir 53 ára gamla Eiler Guttesen, ið seinast varð sæddur í gjár.

Seksæringurin Bakkafossur er sæddur fara av Borðoyarvík í gjár beint áðrenn nátturðatíð, klokkan 17:39, og tá var Eiler Guttesen umborð, skrivar løgreglan í eftirlýsingini.

Eingin skipað leiting eftir manninum og bátinum er sett í verk enn. Tað verður støða tikin til seinni í dag, verður upplýst á Politistøðini í Havn.

Meira kann løgreglan ikki siga í løtuni. Fólk, sum vita eitthvørt, ið kann hjálpa løgregluni, kunnu ringja á telefonnummar 35 14 48 ella 114.

Omanfyri: Eftirlýsingin hjá løgregluni á Facebook

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mars
Nón - hósdagur 21.03.19
92559
Hósdag 21. mars
Góðan morgun Føroyar 21. mars 2019
92535
Hósdag 21. mars
LEITISSTEIN 15.03.2019 (Lena 2)
92530
Hósdag 21. mars
Morgunlestur hósdagur 21. mars 2019
91109
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Fríggjadag 22. mars
Hondboltu: Kyndil - Neistin, FM hálvfinala
92573
Mikudag 20. mars
Minnist tú enn? (3:13)
16392
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340