MRCC fekk tríggjar fráboðanir frá bátum í gjár

MRCC fekk tríggjar fráboðanir frá bátum í gjár
Sjóbjargingarstøðin MRCC Tórshavn fekk í gjár tríggjar fráboðanir frá bátum, sum høvdu brúk fyri hjálp.
 
16.03.2019 - 12:37

Tann fyrsta fráboðanin varð kortini av ongum, tá ið báturin fekst í gongd aftur, men tveir aðrir bátar máttu sleipast til lands.

Umleið klokkan 16 seinnapartin í gjár steðgaði ein bátur, við einum manni umborð, upp 10-15 fjórðingar vestan fyri Sandoynna. Veðrið var ikki av tí besta, og bjargingarbáturin Sverri kom á Skopun við bátinum á midnátt.

Umleið klokkan 18 var ein annar bátur uppsteðgaður. Hann var staddur ein fjórðing vestur úr Saksun. Maðurin, sum var einsamallur umborð, var dottin. 

Tann leitingin var eitt sindur truplari, tí maðurin náddi ikki at boða frá, júst hvar hann var staddur, tá telefonin hjá honum slóknaði, og VHF-urin á bátinum riggaði ikki.

Bjargingarbáturin Vón leitaði eftir bátinum og tyrlan fekk boð um at koma á staðið. Áðrenn tyrlan náddi at fara av landi, fann Vón tó bátin, tí maðurin lýsti við lummalykt. Tað tók eina góða løtu at leita. Báturin varð sleipaður inn á Vestmanna á midnátt.

MRCC heitir á fólk um at kanna útgerðina, áðrenn tey fara út við báti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819