Nettotilflytingin methøg í løtuni

Nettotilflytingin methøg í løtuni
Nettotilflytingin til Føroya hevur ongantíð verið so stór, sum nú - hvørki í tali ella lutfalsliga
Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina í Føroyum
 
16.03.2019 - 17:51

Nettotilflytingin til Føroyar er í løtuni methøg. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin.

Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.225 fólkini, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið, sambært Hagstovuni.

Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, so langt sum hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni røkkur.

Nettotilflytingin vaksin í stórum

Meðan fráflytingin nú fimta árið á rað hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Tilflytingin er nú komin upp móti 1.800 fólkum árliga.

Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum. Hetta merkir, at nettotilflytingin ongantíð hevur verið so stór sum nú - hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri.

Tí er ein negativ nettoflyting uppá umleið 500 fólk vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 550 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628