Bara eitt lið við fullum stigatali

Bara eitt lið við fullum stigatali
Tað er bara B36 sum hevur vunnið allar sínar dystir, nú tvey umfør eru spæld
 
17.03.2019 - 17:08

B36 er einsamalt á odda í Betrideildini, og tað sjáldsama er, at tað eru bara teir, sum hava fult stigatal.

B36 kom upp á seks stig, tá teir við tveimum málum frá framherjanum, Brian Jacobsen, vunnu 2-1 á EB/Streymi.

Poul G. Olsen minkaði um munin, tá eitt korter var eftir, men nærri kom EB/Streymur ikki.

Í Gøtu bleiv sera undirhaldandi. Víkingur og KÍ spældur 2-2 javnleik, eftir at støðan hevði verið 0-0 í hálvleikinum.

Føroyameistarin, HB, spældi aftur javnleik. Dysturin millum HB og NSÍ endaði 1-1.

Petur Knudsen legði NSÍ á odda, tá átta minuttir vóru spældir, men í seinna hálvleiki javnaði Pætur Petersen fyri HB.

Skála vann sannførandi 2-0 sigur á TB. Skála var eisini á odda 2-0 í hálvleikinum. 

Sigurin kundi verið størri, um Skála tók av mongu málmøguleikunum.

Í fimta dystinum í øðrum umfari eydnaðist tað AB at vinna sær fyrsta sigurin í ár.

Framherjin, Bjarki Nielsen skoraði tvær ferðir í 2-1 sigrinum á ÍF, sum framvegis ikki hevur vunnið sær nakað stig.

Víkingur-KÍ 2-2 (0-0)

60 min. 1-0 Sølvi Vatnhamar
65 min. 1-1 Jóannes Bjartalíð
73 min. 2-1 Heðin Hansen
78 min. 2-2 Deni Pavlovic

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)

32 min. 0-1 Brian Jakobsen
62 min. 0-2 Brian Jakobsen
75 min. 1-2 Poul G. Olsen

HB-NSÍ 1-1 (0-1)

08 min. 0-1 Petur Knudsen
57 min. 1-1 Pætur Petersen

Skála-TB 2-0 (2-0)

24 min. 1-0 Søren Nielsen
27 min. 2-0 Ronni Møller Iversen

AB-ÍF 2-1 (0-0)

63 min. 1-0 Bjarki Nielsen
82 min 2-0 Bjarki Nielsen
86 min 2-1 Dávid Langgaard

Støðan

1. B36 6 stig
2. Víkingur 4 stig
3. NSÍ 4 stig
4. TB 3 stig
5. Skála 3 stig
6. AB 3 stig
7. KÍ 2 stig
8. HB 2 stig
9. EB/Str 0 stig
10. ÍF  0 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010