Úrskurður á veg um yvirtið fyri eldsløkking

Úrskurður á veg um yvirtið fyri eldsløkking
Nú nærkast ein úrskurður í trætumálinum millum Starvsmannafelagið og Fíggjamálaráðið um yvirtíðina hjá manningini á Tjaldrinum
Tjaldrið var við í eldsløkkingini á Tvøroyri 9. juni 2017
 
19.03.2019 - 11:06

Tjaldrið var við, tá eldurin í Varðanum Pelagic á Tvøroyri 9.juni í 2017 varð sløktur.

Starvsmannafelagið krevur, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at limir felagsins á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn frá klokkan 12:00 fríggjadagin 9. juni til leygardagin 10. juni 2017 klokkan18:00.

Manningin eigur yvirtíð fyri hesar tímarnar, sigur Starvsmannafelagið. Men tað heldur Fíggjarmálaráðið ikki. Málið fór í Fasta gerðarrættin í juli í fjør.

Og í morgin er úrskurðarfundur í Fasta gerðarrættinum. Úrskurðarfundurin, sum er almennur, byrjar klokkan níggju í morgin ári í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819