Bingja stóð á vegnum og bilur rendi á hana

Bingja stóð á vegnum og bilur rendi á hana
Politiið hevur fingið fráboðan um 21 skaðar í illveðrinum 
Politiið hevði nógv at gera í gjárkvøldið og í nátt.
 
23.03.2019 - 10:16

Politiið hevur fingið fráboðan um 21 skaðar í illveðrinum. 

Ein bilur rendi seint í gjárkvøldið á eina bingju, sum var fokin út á landsvegin á Sundi.

Bilurin fekk stóran skaða, men tann, sum koyrdi, fekk sum skilst ikki skaða.

Bingjan stóð í haganum, og var skjól hjá djórunum har.

Ein maður, sum svav í forhøllini á Hotel Hafnia tíðliga í morgun, gjørdust illur, tá hann varð vaktur, og bæði sló og skumpaði náttarvørðin á hotellinum.

Tveir menn fáa bót fyri at bróta politiviðtøkuna í nátt. Tað var í einum skeinkistaði í Fuglafirði.

Politiið kannaði eisini bilar fyri at vita, um fólk brúktu rúsevni. 

Tvey fólk eru skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni. Tey eru skuldsett fyri at brúka hash. Hetta var norðanfyri, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585