Kanningin hjá Mueller reinsar Trump

24.03.2019 - 21:29
AktueltÚtheimurin
Kanningin hjá Mueller reinsar Trump
Kanningin hjá Robert S. Mueller III fann einki prógv fyri, at Trump samstarvaði við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun
- Eg verið fullkomiliga fríkendur. Tað er ein skomm, at okkara land noyddist gjøgnum hetta, sigur Trump
 

Robert S. Mueller handaði fríggjadagin amerikanska løgmálaráðnum sína kanning, og í dag lat amerikanski løgmálaráðharrin William Barr kongressini ein samandrátt.  Kanningin fann eingi prógv um, at Donald Trump ella stuðlar hjá honum samstarvaðu við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun á forsetavalinum í 2016. Rættiligur spenningur hevur verið um kanningina hjá fyrrverandi FBI ovastanum, og Donald Trump hevur regluliga funnist at bæði kanningarovasta Mueller og kanningarbeiðnum. Donald Trump hevur ferð eftir ferð sagt seg ósekan at vera. 

Obstruksjón

Kanningin, sum varð partvíst almannakunngjørd í dag, viðgerð eisini spurningin um Donald Trump hevur gjørt seg sekan í at obstruera kanningini, men heldur ikki í tí spurninginum, kemur Robert S, Mueller til eina greiða niðurstøðu. Kanningin letur tað upp í hendurnar á almenna ákæranum at gera av, um forsetin hevur gjørt seg sekan í at leggja fótonglar fyri Mueller og kanningarliðnum. 

Fegin forseti

Amerikanski forsetin var fegin um úrslitið.

- Eg verið fullkomiliga fríkendur. Tað er ein skomm, at okkara land noyddist gjøgnum hetta. Skal eg vera erligur, so er tað ein skomm, at okkara forseti mátti ígjøgnum hetta, varð fyrsta viðmerkingin hjá Donald Trump til kanningarúrslitið.

Hóast frágreiðingin reinsar amerikanska forsetan, so hevur kanningararbeiðið avdúka eina røð av ivasomum viðurskiftum hjá fleiri av tøttu samstarvsfeløgunum hjá Donald Trump, áðrenn hann varð valdur forseti. Eitt nú var fyrrverandi leiðarin av valstríðnum hjá Donald Trump, Paul Manafort dømdur fongsulsrevsing fyri kortum. Onnur rættarmál eru ávegis og onkur, eitt nú fyrrverandi sakførarin hjá Donald Trump, Michael Cohen, vitnaði ímóti forsetanum.

Stríð um almannakunngerð

Robert S, Mueller hevur handað kongressini eina frágreiðing við niðurstøðunum, men ikki alla kanningina. Amerikanskir miðlar gita, at stríð nú fer at taka seg upp millum demokratar og republikanar um, hvussu nógv av kanninginini skal almannakunngerast. 

Frágreiðingin hjá Robert S. Mueller kann lesast her 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422