Bara annar læknin flytur úr Berjabrekku

Bara annar læknin flytur úr Berjabrekku
Býráðið í Havn fer hóskvøldið at atkvøða um eitt uppskot um at halda fram í Berjabrekku og, at klinisku dietistarnir fáa boðið at flyta inn har
Býráðið í Havn fer í kvøld at viðgera kommunulæknar.
 
26.03.2019 - 13:07

Bara annar læknin flytur úr Berjabrekku.

Býráðið í Havn fer hóskvøldið at atkvøða um eitt uppskot um at halda fram við leigumálinum í Berjabrekku og, at klinisku dietistarnir fáa boðið at flyta í Berjabrekku. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum tekur undir við hesum. 

Heilsutrygd vil, at kommunulæknarnir halda fram í Berjabrekku. Har eru tvær viðtalur. Men tann eini læknin flytur í nýggju hølini við Kirkjustræti í Hoyvík. 

Klinisku dietistarnir kunnu so flyta í tómu viðtaluhølini í Berjabrekku. 

Í løtuni eru klinisku dietistarnir í læknaviðtalunum í Miðlon og í Gundadali.

Ikki pláss fyri fýra læknum

Annars hevur Heilsutrygd boðað frá, at ikki ber til at hava fýra læknar í viðtaluhølunum í Miðlon.

Teir fýra kommunulæknarnir í Miðlon, sum allir arbeiða niðursetta tíð, verða settir at arbeiða fulla tíð. Soleiðis verður annað av nýggju kommunulækna-størvunum mannað.

Hitt starvið bíðar til Tórshavnar kommuna hevur tíðarhóskandi viðtaluhøli at vísa á.

Tá komið er so langt, verða ein læknaviðtala í Berjabrekku, fýra í Gundadali, tríggjar í Miðlon, fimm í Kirkjustræti og ein viðtala er í Kollafirði.

Býráðið væntar, at bygningurin við Kirkjustræti verður liðugur í august mánað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858