Nú eru komin fundarboð um eldrasamstarvið

Nú eru komin fundarboð um eldrasamstarvið
Nú hevur Bú- og heimatænastan í Suðuroynni fingið at vita, at landsstýrið kemur í oynna at fundast fríggjadagin 5. apríl
Hamragarður í Vági er ellis- og røktarheimið
 
27.03.2019 - 12:46

Tað er tað seinasta, sum formaðurin í Bú- og heimatænastuni, Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, hevur fingið at vita.

Løgmaður lovaði annars, at fundurin skuldi verða í seinasta lagi 20. mars. 26. februar frættist annars úr Løgmansskrivsstovuni, at fundurin bleiv fyri hálvan mars.

Bú- og heimatænastan sigur seg hava ov fáar pengar til eldrasamstarvið og vil fundast við landsstýrið um tað.

Fingu ikki Sandoyarloysn

Bú- og heimatænastan bað landsstýrið um eina serskipan sum tann, Sandoyggin hevur, men hana fingu tey ikki.

Fundur var millum landsstýrið og Bú- og heimatænastuna í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. Men tann fundurin hevur ikki verið enn.

Tað nýggjasta er, at fundurin verður 5. apríl. Hvar hann verður, er ikki avgjørt enn. Bú- og heimatænastan hevur ikki fingið at vita, hvørjum landsstýrið kemur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887