Heitu keldurnar skulu finnast

Heitu keldurnar skulu finnast
Sambandsflokkurin vil hava kanningar gjørdar av jarðhitanum og flógva vatninum í undirgrundini, nú sethús skulu hava alternativa og grøna orku
Savnsmynd
 
28.03.2019 - 11:57

Nú sethús skulu hava alternativa og grøna orku, vil Sambandsflokkurin hava kanningar gjørdar av jarðhitanum og flógva vatninum í føroysku undirgrundini.

Flokkurin hevur tí lagt eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika løgtingslóg, sum setur ferð á hetta kanningararbeiðið. 

Upp í 25 stig

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at fleiri dømi eru um flógvar og heitar keldur, sum koma upp úr jørðini. Hitin er tó ymiskur úr fáum stigum heilt upp í 25 stig.

Og tí ræður um at finna økini, har heitu keldurnar eru og kanna, um - og hvussu - tað kundi verðið brúkt til at hita sethús upp við. 

Skal verða mvg-frítt

Sambandsflokkurin mælir til, at hesar loysnir sleppa undan mvg-gjaldi, og at tær verða partur av tillagaðu el-prísunum, ið eru samtyktir á Løgtingi. 

1. viðgerð verður av uppskotinum í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584