Realurin aftur til hoyringar. Broytingar gjørdar

Realurin aftur til hoyringar. Broytingar gjørdar
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt nakrar broytingar í uppskotinum um at broyta lógina um Realin, sum var til hoyringar fyrr í ár. Sent aftur í hoyring  
Nógvar lógarbroytingar eru á veg um Realin. men brúk er fyri fleiri broytingum
 
03.04.2019 - 12:20

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt nakrar broytingar í uppskotinum um at broyta lógina um Realin, sum var til hoyringar fyrr í ár. 

Við hesum broytingum er lógaruppskotið nú sent aftur til hoyringar. Endamálið er at greiða frá teimum broytingum, sum eru gjørdar í uppskotinum eftir hoyringina fyrr í ár. 

Hoyringarsvar við viðmerkingum komu frá Vinnuhúsinum, Landsbankanum og Tryggingareftirlitinum. Okkurt hevur Fíggjarmálaráðið broytt, annað ikki.

Ikki lán úr landskassanum

Landsbankin mælir millum annað til, at Realurin kann læna beinleiðis frá landskassanum. Men hesum tekur Fíggjarmálaráðið ikki undir við, tí hetta samsvarar við, at landið fíggjar skip beinleiðis.

Fíggjarmálaráðið heldur, at útlánini hjá Realinum eiga at verða grundað á eginpeningin hjá stovninum. Eykafígging má stovnurin sjálvur útvega sær á fíggjarmarknaðinum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Vinnuhúsið dugir ikki at síggja tørvin á útflutningsfíggingartrygd. Og hon er nú tikin úr lógaruppskotinum.

Tryggingareftirlitið hevur nógv uppskot um broytingar. Tey hevur Fíggjarmálaráðið tikið til eftirtektar. Hoyringarfreistin er til á middegi 15.apríl.

Gamlar lógir

Realurin fylgir ikki við, tá broytingar verða gjørdar í lógunum um aðrar fíggingarstovnar og um tryggingarfeløg. Tað sigur Tryggingareftirlitið, sum vísir á lógarásetingar um stýring, útveiting, kapital og gjaldføri.

Hetta ásannar Fíggjarmálaráðið eisini. Nógv er hent seinasta árini í lógunum um peningastovnar. Fíggjarmálaráðið kannar tí, um av lógini um Realin skal dagførast.

Tryggingareftirlitið er í hesum sambandi biðið um at koma við teimum orðingum, sum eftirlitið metir skulu til fyri at gera lóggávuna fullgóða á hesum øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819