Bara ein atkvøða á muni

Bara ein atkvøða á muni
Bretska parlamentið feldi í gjárkvøldið eitt eyka uppskot, ið skuldi tryggja, at Bretland fer úr ES í seinasta lagi 22. mai
Undirhúsið atkvøddi í nátt fyri eini lóg um at noyða Theresu May at biða ES um at útseta brexit fyri at forða fyri einum brexit við ongari avtalu
Mynd: Savnsmynd  
 
04.04.2019 - 08:44

Við 313 atkvøðum fyri og 312 í móti atkvøddi Undirhúsið í nátt fyri eini lóg um at noyða Theresu May at biðja ES um at útseta brexit fyri at forða fyri einum brexit við ongari avtalu 12. apríl.

Atkvøðugreiðslan var seint í gjárkvøldið, skrivar The Guardian. Samtyktin fer nú víðari til Yvirhúsið til endaliga góðkenning. 

Sambært AFP-tíðindstovuni, skal Yvirhúsið atkvøða um lógaruppskotið í dag, og tað verður helst samtykt.

 >> SÍ EISINI Vil hava freistina longda

Í lógaruppskotinum, sum atkvøtt varð um tvær ferðir, stendur, at Undirhúsið má noyða May at biðja ES um enn eina ferð at útseta brexit og forða fyri, at landið fer úr ES við ongari avtalu - um ikki Parlamentið tekur undir við tí. 

Hóast lógin helst verður samtykt, noyðir hon ikki ES til at útseta brexit. Oliver Letwin úr Konservativa flokkinum og Yvette Cooper úr Labour løgdu fram uppskotið. 

Í viðmerkingum í nátt sigur varaforsetin í ES-nevndini, Frans Timmermans, at ES ikki kann halda fram á henda hátt og góðtaka útseting óendaligt.

 >> SÍ EISINI Parlamentið feldi fýra brexit-uppskot

Sambært Reuters, segði Timmermans við týska blaðið Die Welt, at ES er komið til markið, hvat tað hevur at bjóða, tá tað snýr seg um loyvi at leingja freistina fyri brexit.

- Vit kunnu ikki halda fram á henda hátt í brexit-samráðingunum og altíð útseta við tveimum vikum. Bretska parlamentið noyðist at taka støðu og siga, hvat tey vilja, segði varaforsetin.

Í gjárkvøldið feldi bretska parlamentið eitt eyka uppskot, sum skuldi tryggja, at Bretland fer úr ES í seinasta lagi 22. mai, við 488 atkvøðum ímóti og 123 atkvøðum fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010