Samráðingarnar ganga illa

06.04.2019 - 13:38
AktueltPolitikkur
Samráðingarnar ganga illa
Labour letur nú illa at samráðingunum við Theresu May um tvørpolitisku neyðsemjuni um Brexit, sum skal leggjast fram í næstu viku.
 

Labour letur nú illa at samráðingunum við Theresu May um tvørpolitisku neyðsemjuni um Brexit, sum forsetismálaráðharrin nú roynir at gera við Labour.  

Theresa May skal eftir æltan leggja fram eina nýggja ætlan um Brexit á toppfundi í EU í næstu viku. 

Týsdagin lovaði hon at royna at gera eina bretska, tvørpolitiska neyðsemju við Labour, sum  kann leggja fram fyri ES mikudagin. 

Men Labour letur nú illa at samráðingunum. Eftir at hava tingast í tveir dagar, skrivar Laboyr í yvirlýsing, at May ikki er komin við einum nóg góðum uppskoti til eina nýggja semju.  

Eitt av krøvunum hjá Labour er, at Stóra Bretland skal verða verandi í tollsamgongu saman við ES, og Labour vónar framvegis, at May fer at koma við einum haldgóðum broytingaruppskoti.

May bað hósdagin ES-forsetan Donald Tusk um loyvi at útseta freistina fyri nær Bretland skal fara úr ES til 30. juni. Men flestu ES londini hava verið ivasom um hetta, millum annað Frakland og Holland.  

Tey vilja síggja ítøkiligar broytingar í avtaluni, tá Theresa May leggur fram sína neyðsemju mikudagin í næstu viku. Um ikki kann úrslitið gerast, at Bretland noyðist at fara úr ES uttan eina avtalu tveir dagar seinni. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juli
Lívsleiðsskiftið (3:8)
96404
Hósdag 18. juli
Minibarrin 18. juli 2019
96869
Hósdag 18. juli
Summartímin mikudagin 17. juli
96886
Mikudag 17. juli
Minibarrin 17. juli 2017
96866
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juli
Video: 5mf kvinnur, vestanstevna 2019
96751
Leygardag 13. juli
Video: 10mf, vestanstevna 2019
96750
Leygardag 13. juli
Video: 8mf, vestanstevna 2019
96749
Leygardag 13. juli
Video: 5mf gentur, vestanstevna 2019
96747