Selja fleiri el-bilar enn vanligar bilar í Noregi

Selja fleiri el-bilar enn vanligar bilar í Noregi
Málið hjá norskum politikarum er, at í 2025 skal ikki verða loyvt at selja bensin- og diesel-bilar, og tí eru øll avgjøld á el-bilum strikað
 
07.04.2019 - 10:24

Nærum 60 prosent av nýggju persónbilunum, sum vórðu seldir í Noregi í mars, vóru el-bilar.

Hetta er fyrstu ferð, at fleiri nýggir el-bilar enn vanligir bensin- og diesel-bilar eru skrásettir, upplýsa norsku vegmyndugleikarnir.

Og tá eru vetnis-bilar, ella hybrid-bilar, ikki íroknaðir.

Felagið hjá el-bileigarum í Noregi væntar, at helvtin av øllum nýggjum bilum, sum verður seld í ár, verður el-bilar.

Í fjør vóru 31 prosent av øllum nýggjum bilum í Noregi el-bilar og í 2017 21 prosent.

1,2 mió. el-bilar í 2025

Stjórin í norska áhugafelagnum fyri el-bileigarar, Christina Bu, sigur, at tey miða eftir, at í 2025 verða 1,2 milliónir el-bilar í Noregi.

Málið hjá norskum politikarum er, at í 2025 skal ikki verða loyvt at selja bensin- og diesel-bilar. 

Tí sleppa el-bilar undan avgjøldum og meirvirðisgjaldi.

Bara 122 el-bilar í Føroyum

Í Føroyum er skiftið til el-bilar ikki eins skjótt sum í Noregi.

1. apríl í ár hevði Akstovan skrásett 25.157 persónsbilar tilsamans í Føroyum.

Av teimum eru 15.350 bensinbilar, 9.685 eru dieselbilar og 122 eru el-bilar.

Harafturat eru tveir el-riknir hýruvognar, 2 vøruvognar, sum koyra við eli, og ein motorsúkkla.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691